Tá Paul Watson við skipinum John Paul de Joria kom á Nuuk fyrrapartin, stóð løgreglan fyri honum og tók handtók hann.
Grønlendska løgreglan var til staðar á havnarlagnum í Nuuk fyrr í dag. Orsøkin var at stovnarin av felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, amerikansk-kanadiski statsborgarin, skuldi handtakast. Tað eru altjóða handtøkuboð fyri hann.
Handtøkan fór fram uttan trupulleikar, stutt eftir at John Paul de Joria hevði lagt at.
Paul Watson og hansara fólk vóru í føroyskum sjóøki við John Paul de Joria í fjør og royndu at forða grindadrápi. Skiparin varð handtikin og fekk 157.000 krónur í sekt fyri lógarbrot (Mynd: Bjarni Enghamar)
Grønlendska løgreglan upplýsir, at tað eru japanskir myndugleikar, sum eru komin við handtøkuboðunum uppá Paul Watson.
Paul Watson verður seinni í dag førdur fyri rættin í Sermersooq. Har verður heitt á rættin um at afturhalda Paul Watson til støða er tikin til, um hann skal útflýggjast til Japan.
Tað er løgmálaráðið sum tekur avgerðina um grundarlag er fyri at lata persónar til rættarsókn í øðrum londum, sigur grønlendska løgreglan sum ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)
Á veg í Kyrrahavið at forða hvalaveiðu
Paul Watson og hansara fólk eru á veg til Kyrrahavið við skipinum John Paul de Joria, og ætlanin er at forða japanskari hvalaveiðu, og serliga nýggja hvalaveiðuskipinum hjá Japan, Kangei Maru.
Siglt verður gjøgnum truplu útnyrðingsleiðina, og á vegnum hevur verið steðgað í Nuuk fyri at bunkra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald