
Forsætisráðharrin Mette Frederiksen skal koppast og sendast út úr forsætismálaráðnum.
Hetta var greiði boðskapurin hjá Inger Støjberg, tá Danmarksdemokraterne høvdu summarfund í Nørre Vosborg í Midtjyllandi í dag.
TV2 var ein av miðlunum á staðnum. Í videobroti hjá teimum byrjar Inger Støjberg á bersøgnan hátt:
- SVM-stjórnin hevur verið eitt misfoster.
Fokvinnan í Denmarksdemokraterne slær fast, at tey sum borgarligur flokkur vilja hava eina bláa stjórn.
- Okkara sál kann ikki seljast fyri deiliga luktin av leðuri í einum ministarabili, sigur Støjberg, og prikar helst til Venstre
Seinastu árini hevur talan verið um eina samgongu yvir miðjuna í donskum politikki. Hetta við Venstre sum tí stóra flokkinum úr bláa blokkinum.
Danmarksdemokraterne var næststørsti flokkur á hesari síðuni - Talan var um eitt fyrsta val hjá nýggja flokkinum við Støjberg á odda. Tørvur er tó á Venstre, og tí rætta hon og onnur í bláa blokkinum hondina út til Troels Lund Poulsen og Venstre:
- Eg hopi, at Venstre tekur ímóti tí útrættu hondini og vendir heim til tí bláu familjuna. Men tann bólturin er hjá Troels Lund Poulsen (formaður í Venstre og verjumálaráðharri)
Tey Konservativu og Dansk Foleparti hava boðað frá, at tey peika á Troels Lund Poulsen sum forsætisráðharraevni hjá bláa blokkinum. Liberal Alliance, ið hevði eitt gott val seinast, hava eisini latið hurðina upp fyri hesum.
Fólkatingsval skal vera aftur í seinasta lagi 1. november 2026. Mette Frederiksen hevur verið forsætisráðharri síðani á sumri 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald