Klokkan hálvgum ellivu í morgun varnaðist Atli Justinussen, at onkur hevði stolið úr einari automat hjá honum, sum stendur við bátahylin í Árnafirði.
Á Facebook skrivar hann, at viðkomandi hevur tømt automatina fyri pening og vørur fyri uml. 10-12.000 krónur.
Tjóvurin hevði stolið bæði góðgæti, hítir og myntir úr automatini, umframt at viðkomandi hevði tómt eina vekslimaskinu.
Atli Justinussen sigur við Portalin, at málið ikki er meldað til løgregluna.
- Nei, vit hava ikki meldað tað, tí vit hava havt herverk áður, og tað er meira møði enn føði. Annars hava vit slóð at ganga eftir, tí vakmyndatól standa uppi nærindis, har automatin stendur, sigur hann.
Hann leggur afturat, at um onkur handil sær onkran, sum keypir við nógvum myntum, so kann tað eisini vera ein ábending.
Vekslimaskinan (Mynd: Atli Justinussen)
Mynd: Atli Justinussen
Mynd: Atli Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald