placeholder
Innanlands

Steingja Norðoyartunnilin um næturnar

Arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, umvæla ventilatorarnar og skróta loftini fram til jóla

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-11-25 17:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við at arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, umvæla ventilatorarnar og skróta loftini, steingir Norðoyatunnilin um næturnar frá sunnukvøldið 27. november og fram til 22. desember.

Hesum boðar tunnilsfelagið frá.

Arbeitt verður hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22 á kvøldi til kl. 06 á morgni. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder