Innanlands

Stongja tunlarnar Norður um Fjall kl. 15:45

Arbeiðið tekur væntandi tveir til tríggjar tímar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-12-30 15:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan boðar frá, at tunlarnir Norður um Fjall verða stongdir klokkan 15:45. Orsøkin er, at eitt kaðalslit hevur verið, og brekið skal rættast.

Slitið ger, at einki fartelefon, fastnet ella internet er í økinum í Árnafirði, Norðdepli, Hvannasund, Viðareiði, Svínoy og Fugloy. 

Arbeiðið verður væntað at taka tveir til tríggjar tímar, sigur løgreglan, sum harmast um stutta skotbráið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder