Innanlands

Stongt á Marknagilsvegnum í kvøld

Vegarbeiðið hevur m.a. við sær broytingar í bussleiðunum

2019-06-20 17:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í sambandi við asfaltarbeiði á Marknagilsvegnum verður ein partur av vegnum stongdur fyri allari ferðslu frá kl. 18 í kvøld til arbeiðið er liðugt. 

Tórshavnar kommuna boðar frá at í hesum tíðarskeiðnum koyrir leið 3 eftir Landavegnum, Heygsvegnum og Velbastaðvegnum og víðari eftir ferðaætlanini. Leið 6 koyrir eftir J. Paturssonargøtu, Frælsinum, Velbastaðvegnum og víðari eftir ferðaætlanini.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder