Innanlands

Stongt fyri ferðslu um næturnar í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum

Fyri Vágatunnilin er hetta í fyrstu syftu galdandi frá sunnukvøldinum til fríggjamorgunin í næstu viku - fyri Norðyatunnilin verður tað væntandi fram til apríl. Stongt verður klokkan 22 til klokkan 06 - tó verður ferðsla leidd ígjøgnum fýra ferðir um neyðugt

Tað verður arbeitt í Vágatunlinum um næturnar í næstu viku

Tað verður arbeitt í Vágatunlinum um næturnar í næstu viku

2023-01-05 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðyatunnilin var stongur fyri ferðslu hvørja nátt frá 27. november til og við 22. desember. Hetta var í samband við at millum annað ljósskipanin og ventilatorarnar skuldi umvælast.

Tað var eisini stongt fyri ferðslu í Vágatunnlinum nakrar nætur, og frá sunnukvøldinum, 8. januar, verður sama skipan galdandi.

- Norðoyatunilin og Vágatunilin eru stongdur fyri ferðslu hvørja nátt alla komandi viku frá sunnukvøld 8. januar kl. 22.00 til fríggjamorgunin 13. januar kl. 06.00. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

Hesum boðar tunnil.fo frá í dag. Arbeiðið skal gerast liðugt, og ógreitt er, hvussu leingi hetta tekur í Vágatunnilin. Norðoyatunnilin verður stongdur fyri ferðslu hvørja nátt næstu mánaðirnar - væntandi til apríl skrivar tunnil.fo

Dagført: 20.19

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder