2019-01-28 15:40
Long bilrøð er í løtuni omanfyri Syðrugøtu, har bilar royna at koma um Gøtueiði. Sum skilst er hálka orsøk til at bilarnir ongan veg koma á teiginum. Ein trailari stendur fastur, og bilar royna at koyra runt um.
Sum Portalurin skilir hevur onkur av bilførarunum staðið í stað í nærum ein tíma.
Løgreglan hevur júst fingið boð um ferðslutrupulleikan, og hevur tí ikki havt møguleika at gera nakað. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at nú verða boðini givin víðari til Landsverk, sum so fara út at loysa trupulleikan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald