Uttanlands

Stór byrging oyðiløgd – helst av russiska herinum

Vandi er fyri Zaporizjzja-kjarnorkuverkinum, tí vatnið í byrgingini er ætlað til at køla verkið niður

2023-06-06 07:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Farið er undir at flyta fólk burtur frá einum øki nærhendis byrgingina Nova Kakhovka í Ukraina, sum í nátt er sprongd, helst av russiskum herdeildum, skriva altjóða miðlarnir í morgun.

Byrgingin liggur í Kherson landslutinum.

- Innan fimm tímar verður vatnstøðan kritisk, sigur Oleksandr Prokudin, sum er guvernørur í landslutinum, við miðilin Telegram.

30 metra høga og 3,2 kilometra langa byrgingin varð bygd í 1956 sum partur av einum vatnorkuverki.

Í byrgingini í Dnepr-ánni eru 18 rúmkilometrar, sum veita vatn til Krim hálvoynna, men eisini verður brúkt til at køla kjarnorkuverkið Zaporizjzja niður.

Volodymyr Zelenskyj, forseti, fer sambært trygdarráðnum í landinum at halda kreppufund um støðuna. Russland og Ukraina ákæra hvønn annan fyri at vera orsøk til skaðan á byrgingina, skriva tíðindastovurnar.

Bæði londini hava eisini fyrr ákært hvørt annað fyri at hava ætlanir um at skaða byrgingina.

Andrij Jermak, sum er ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, sigur við Telegram, at spreingingin av byrgingini er tilætlað umhvørvisoyðing – ‘ecocide’.

Sambært honum er stórur vandi fyri Zaporizjzja verkinum nú.

Ein embætismaður í býnum, har russar nú hava valdið, sigur hinvegin, at spreingingin ikki er til vanda fyri kjarnorkuverkið.

Sambært statsligu russisku tíðindastovuni, Tass, upplýsa russisk embætisfólk, at umleið 80 húsarhald nú eru í vanda fyri vatnflóðini.

Kherson-landsluturin er undir Ukraina-krígnum lutvíst hertikin av Russlandi. Talan er um økið norðan fyri Krim-hálvoynna, sum Russland hertók í 2014.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder