Trúðboðin skrivar, at undirtøkan fyri teimum flestu av afturvendandi legunum í Nesvík støðugt voksin.
Ein av teimum heilt stóru legunum er konfirmantalegan. Hvørt vár og heyst hittast konfirmantar í leguhúsinum. Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, sum hava skipað fyri konfirmantalegum í fleiri ár. Nú verða konfirmantar kring landið veruliga samansjóðaðir, tí seinastu árini eru ung komin frá ymsastaðni kring landið, og hesaferð eru konfirmantar úr fýra prestagjøldum í Eysturoynni, eins og úr Norðstreymoy, Vágum, Sandoy, Suðuroy og Norðoyggjum við.
Derhard Jógvansson er høvuðsleiðari, og á skránni er "vanlig" konfirmantaundirvísing, ið hesaferð er um kendar persónar í Gamla Testamenti, eins og ymiskir aktivitetir.
320 konfiirmantar eru á legu. Umframt tað eru 16 prestar, og so kokkar og hjálparfólk. Hetta er líka stórt tal sum seinast, og tað hevur við sær, at ein partur gistur í øðrum hølum í økinum. Legan endar um nátturðatíð í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald