
Kórstevnur hava verið hildnar kring landið síðani 1966. Kórstevna hevur fyrr verið í Vestmanna í 1986 og aftur í 1992. Tað er sostatt langt síðani, at vestmenningar hava havt kórstevnu í bygdini.
Tað eru Vestmanna sangkór og Kórsamband Føroya, sum skipa fyri stevnuni.
Ofta hevur verið leitað út um landoddarnar at finna kórleiðara at leiða stóra felagskórið. Nevndin í kórsambandinum avgjørdi at tann rútmiski kórsangurin skuldi á breddan í ár og tí varð heitt á danska kórleiðaran Margrethu Debel Christensen um at koma til Føroyar at arbeiða við felagskórinum. Í felagskórinum eru umleið 150 sangarar.
Síðani 2015 hevur konsertin við kórunum eisini verið skipað sum kapping. Soleiðis verður eisini í ár. Kórini fáa í mesta lagi 7 minuttir í part at sannføra dómararnar um, at tey eru tey bestu í Føroyum. 1.,2, og 3. virðisløn verður latin.
Dómarar í ár eru: Margrethe Debel Christensen, høvuðsdómari, Sunleif Rasmussen og Unn Paturson. Eisini kunnu tey, sum eru á konsert, atkvøða fyri besta kórinum til áhoyraravirðislønina.
Kórini framføra í hesari raðfylgju: Felagskórið, Vestmanna sangkór, Ljómur, Glymur, Stranda sangkór, Silvitni, Vágakórið, Xperiment, Tórshavnar manskór, Gøtu kirkju ungdómskór, Eystanljóð, Miðnámskórið á Kambsdali, Havnarkórið, Fuglafjarðar sangkór, Brak, Tarira, Morgunkórið, Tórshavnar kamarkór og Karlakór Vestmannaeyja.
Konsertin byrjar klokkan 16 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.
Kórsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald