2019-01-19 10:42
Klokkan 8.35 í morgun fekk MRCC-støðin eina fráboðan frá onkrum, sum hevði sæð okkurt, sum líktist einari neyðrakett úr Syðrugøtu.
Í hesum sambandi er ein stór leiting sett ígongd á sjónum eystur úr Eysturoynni og Nólsoynni.
Tyrlan hjá Atlantic Airways er sent út at leita, umframt báturin Ziska og verjuskipini Brimil og Vædderen.
Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at enn hava teir einki funnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald