Í gjár klokkan 17 var eykabýráðsfundur í Havn, har samtykt var at lata NN Holding, sum eisini eigur MARK, gera 94 leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum. Eftir fundin var borgarafundur, har fólk sum búgva á økinum vórðu kunnaði um byggingina.
Og stór ónøgd var við, at hoyringin var eftir býráðsfundin, tá byggisamtykin longu var samtykt.
- Vit eru ónøgd við at býráðið korystir eitt stórt bygningsverk yvir okkum, uttan at vit eru hoyrd í málin, sigur Berit W. Samuelsen, sum er formaður í einum av tveimum eigarafeløgum undir Kongavarða. Hon leggur dent á, at hon onki hevur ímóti, at tað verður MARK, sum ger íbúðirnar. Hon finst bara at, at ongin hoyring hevur verið, fyrr enn alt er avgjørt og at fleiri lutir tykjast at vera øgiliga ógreiðir.
- Ferðslutrygdin er sum nú ikki góð, og hon verður so ikki betri eftir at 94 íbúðir verða bygdar, greiðir forkvinnan í eigarfelagnum frá. Hon vísir á, at 94 íbúðir ikki er tað sama sum 94 fólk, men at tað nokk verða eini 200 fólk sum flyta í bygningarnar.
- 98 parkeringspláss verða gjørd nú. Vit, sum longu búgva har, skuldu hava eini 30, men tað virkaði ógreitt, um tað var afturat ella ikki, sigur Berit W. Samuelsen.
- Tað varð sagt, at hædd var tikin fyri parkeringsviðurskiftum, men vit trúgva ikki uppá at tað heldur, greiðir hon víðari frá.
Formaðurin í eigarafelagnum vísir eisini á, at íbúðirnar koma at standa øgiliga tætt við gomlu íbúðirnar. Og tað var eisini ógreitt, um hædd var tikin fyri sólarljósi og útsýni. Berit W. Samuelsen greiðir frá at borgarstjórin og Marius Müller, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, sum heild vóru ógreið í síni framløgu, men at tey heilt víst fara at senda okkurt mótmælisskriv ein av næstu døgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald