Innanlands

Stór páskastevna fyri framman

Kendur føroyavinur talar á páskastevnuni í Kelduni

2019-03-08 20:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú tað stundar til páskir, kunnar samkoman Keldan í Skálafirði, at tey bjóða til stóra páskastevnu undir heitinum "Livandi vón".

Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum koma at seta dám á stevnuna. Sviin Carl-Gustaf Severin er eftir hondini vorðin ein kendur vinur hjá mongum føroyingum. Hann kemur við sínum lætta lyndi og stóra hjarta fyri gleðiboðskapinum.

Sebastian Stakset, kendur sum “Sebbe Staxx”, hevur eina sjaldsama søgu. Hann bleiv sera kendur sum rappari og livdi eitt lív í uppreistri og harðskapi. Hann fekk nýggja vón, tá hann møtti Jesusi, og lív hansara broyttist fullkomiliga.

[object Object]

Eisini vitjar avstralski Joel Ramsey, ið er nógv umbiðin um allan heim at bera gleðiboðini fram. Tað, sum eyðkennir hansara møtir, er, at har henda nógv undur og tekin.

[object Object]

Evnið á stevnuni er ”Livandi vón”. Tá alt sær myrkt og dapurt út, og eingin vón sýnist hómast, tá finst enn vón í Jesusi. Tað er hesa vón, Keldan vil lýsa upp á páskastevnuni.

(Tíðindaskriv frá Kelduni)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder