Innanlands

Stór spurnarkanning um arbeiðsvirði hjá føroyingum er í gongd

Hugt verður eftir trimum ymiskum ættarliðnum. Ætlanin er millum annað, at geva arbeiðsgevarum í Føroyum betri amboð. Tað er Durita Fagradal Augusitnussen, ið er verkætlanarleiðari

2023-04-13 17:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein umfatandi spurnakanning, ið kallast Vit vænta, er nú skotin ígongd. Endamálið við verkætlanini, er at eyðmerkja tey ymisku arbeiðsvirðini sum gera seg galdandi í trimum ymiskum ættarliðum í Føroyum: ættarlið Z (fødd 1995-2010), ættarlið X (fødd 1960-1979) og ættarlið Y (fødd 1980-1995). Hetta er fyri at geva arbeiðsgevarum í Føroyum betri amboð at skapa eitt meiri rúmand og dragandi arbeiðspláss.

- Ein góður arbeiðsmarknaður hevur jaligar ringvirkningar fyri alt samfelagið og tað er tí gevandi fyri allar partar, at vit øll gerast meiri tilvitaði um hvørji arbeiðsvirðir føroyingar hava, sigur Durita Fagradal Augustinussen, verkætlanarleiðari.

Føroyska arbeiðsloysið er tað lægsta í heiminum og tað hevur nógvar ágóðar, men tað hevur eisini ávísar avbjóðingar við sær, eitt nú fyri arbeiðsgevaran. Lága arbeiðsloysi ger, at arbeiðstakarin hevur møguleika at seta nógv hægri krøv til sítt arbeiðspláss, og tað er tí neyðugt hjá arbeiðsgevaranum, at gerast tilvitaður um hvussu hann kann skapa eitt arbeiðspláss, sum ymisku ættarlið trívast og mennast í.

[object Object]

Fyrstu liður í verkætlanin var framdur í heyst, har føroyska ættarlið Z hevði møguleika at luttaka í stórari spurnakanning. Umleið 1100 ung luttøku í kanningini, sum vísti, at føroyska ættarlið Z hevur altruistisk og sosial arbeiðsvirðir. Hetta merkir, at unga ættarliðið søkir arbeiðir, ið tey meta vera gagnlig og gevandi fyri føroyska samfelagið. Tó er eisini umráðandi fyri ættarlið Z, at knýta tøtt bond á arbeiðsplássinum, og eru sera tilvitaði um ein sunna javnvág í gerandisdegnum, so tey ikki gerast ov strongd.

Seinni liður av verkætlanini skal nú staðfesta hvørji arbeiðisvirðir ættarlið X (fødd 1960-1979) og ættarlið Y (fødd 1980-1995) hava. Umleið 800 arbeiðsgevarar, bæði privatir og almennir, umframt fakfeløg, fáa í næstum ein teldupost sendandi, við einum spurnablaði. Ætlanin er, at arbeiðsgevararnir síðani kunnu senda spurnablaðið til starvsfólk síni. 

Til ber eisini at svara spurnarblaðnum á vitvanta.fo.

Vit Vænta


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder