Uttanlands

Stór tokvanlukka í Spania: Hevur kravt minst 46 mannalív

Tvey skjótkoyrandi tok rendu á hvørt annað millum Madrid og Sevilla. Nærum 550 ferðandi vóru við samanlagt, og hendingin hevur skakað Spania.

Mynd: Ismael Herrero/EPA/Ritzau Scanpix

Mynd: Ismael Herrero/EPA/Ritzau Scanpix

2026-10-28 10:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í januar, hevur ein stór tokvanlukka rakt Spania.

Stóru sponsku miðlarnir skriva fyrrapartin og ógvusliga og syrgiliga hending mitt í Spania.

Tvey tok rendu saman á rutuni millum høvuðsstaðin Madrid og Sevilla í Andalusia. 

Øll tokferðsla millum hesar landslutirnar er fyribils steðgað, og tað valdar ferðsluruðuleiki, umframt sorg.

[object Object]
Mynd: Susana Vera/Reuters/Ritzau Scanpix

Sambært sponskum myndugleikum og miðlum sum El Pais vóru samanlagt 544 ferðandi við tokunum, sum hoyrdu til feløgini Renfe og Iryo.

Hendingin tíðliga í morgun hevur skelkað Spania, og fleiri politikkarar hava avlýst avtalur fyri dagin. Forsætisráðharrin Pedro Sanchez hevur alment sett orð á skelkin og hansara samkenslu til raktu familurnar.

Nýggjar upplýsingar koma fram alla tíðina, men almenni myndugleikin Protección Civil hevur fyri løtu síðani sagt við miðilin ABC, at 46 fólk eru deyð. 

Hetta talið man verður mest sannlíkt hægri, tá fleiri staðfestingar kunnu gerast. Í øllum førum eru nógv onnur eisini komin til skaða, og herfólk eru eisini sett í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder