Innanlands

Stór trygdarvenjing í gongd í løtuni

Løgreglan, MRCC, Sjúkraflutningstænastan og onnur luttaka í stórari venjing í løtuni

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-03-18 10:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stór trygdarvenjing er í gongd beint nú. Løgreglan sigur, at ein stór trygdarvenjing verður framd í dag.

Á Facebook vanganum hjá Føroya Politi stendur at lesa, at tey, sum luttaka í venjingini eru MRCC, Tilbúgvingin í Tórshavnar Kommunu, Tyrlutænastan, Sjúkraflutningstænastan, Landsverk, Politiið og aðrir tilbúgvingarmyndugleikar.

AV løgreglustøðini verður sagt, at tey fáa ikki sagt annað nú, enn at talan er um eina stóra venjing, og at ein stórur partur av løgregluni luttekur í venjingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder