Innanlands

Stór undirtøka fyri gentutiltaki í Klubb 188

Klubb 188 í Hoyvík gongur móti 10 ári

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-07 11:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Síðani 2015 hevur ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188 - skipað fyri árligum gentutiltaki. Í ár var einki undantak. Leygardagin 4. mai var dagurin, og vóru næstan 40 gentur úr 7. flokki og eldri við til ársins ‘girlsnight’. Gentur komu úr stórum parti av kommununi, m.a. úr eystur- og vesturbýnum, Argjum og Hoyvík.

Eitt av endamálunum við tiltakinum var, at genturnar í stuttligum og tryggum felagsskapi, fingu nakrar upplivingar, har relatiónir blivu røktar, og nýggjar relatiónir blivu skaptar, skrivar Tórshavnar kommuna.

Genturnar fóru  byrjaði tíðliga seinnapartin, har tæpr fingu kunning um tiltakið, síðani varð farið við bussleiðini oman á Háls, har genturnar høvdu møguleika at royna seg í dansi, ið eitt av starvsfólkunum stóð fyri.

Kvinnuligu starvsfólkini høvdu við nærlagni og dugnasemi innrættað og fyriskipað nøkur rúm, har genturnar – við vegleiðing frá starvsfólkunum, kundu royna síni kynstur at seta hár, leggja smyrsl og gera negl. 

Eisini skuldu tær í bólki royna teirra kynstur sum sniðgevar, har tær evnaðu kjólar, sum síðani blivu vístir fram í mótasýning áðrenn kvøldið endaði.

Gjøgnum alt kvøldið høvdu genturnar atgongd til hitapott og sauna uttanfyri KLUBB 188.

KLUBB 188 gongur móti 10 ári og hevur ungdómsvirksemið øll hesi árini hildið til í somu hølum sum Frítíðarskúlin í Hoyvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder