Uttanlands

Stórabretland: 717 fólk deyð seinasta samdøgrið

Talið er eitt sindur lægri enn undanfarnar dagar – samlaða talið á smittaðum í Stórabretlandi er í løtuni 88.621, og 11.239 eru deyð

Oxford Street í bretska høvuðsstaðnum London (Mynd: Ritzau)

Oxford Street í bretska høvuðsstaðnum London (Mynd: Ritzau)

2020-04-13 20:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 717 koronaandlát skrásett í Stórabretlandi, vísa tøl frá bretska heilsumálaráðnum seinnapartin.

Sostatt er samlaða deyðstalið í Stórabretlandi komið upp á 11.239, og eru tað nú bert USA, Italia, Spania og Frakland, ið hava skrásett fleiri andlát.

Talið á deyðum seinasta samdøgrið er minni enn talið frá sunnudegnum, har 737 fólk vóru deyð. Fríggjadagin og leygardagin var talið á nýggjum andlátum yvir 900, skrivar Ritzau.

Millum tey 88.621, ið sambært heimasíðuni worldometers.info, eru skrásett smittað í Stórabretlandi, er forsætisráðharrin Boris Johnson, sum fekk staðfest smittuna síðst í mars. Í gjár varð hann útskrivaður eftir at hava verið innlagdur í átta dagar.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder