Stórabretland fær nýggjan forsætisráðharra 23. juli. Reuters skrivar at avgjørt er at hava valið tá.
Tað eru limirnir í Konservativa Flokkinum, sum skulu velja hvør skal gerast nýggjur forsætisráðharri eftir Theresa May. At byrja við vóru 10 kandidatar, men nú eru bert Boris Johnson og Jeremy Hunt eftir. Tann sum vinnur verður bæði leiðari av Konservativa Flokkinum og av landinum.
Seinasta meiningakanningin vísir at 45 prosent av teimum konservativu limunum vilja hava Boris Johnson til nýggjan forsætisráðharra, meðan 34 prosent vilja hava Jeremy Hunt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald