Uttanlands

Stórabretland fer í dag at viðurkenna Palestina sum stat

Keir Starmer, forsætisráðharri væntast í dag formliga at viðurkenna Palestina sum stat – Hetta verður gjørt fyri at halda lív í møguleikanum fyri einari tveystatsloysn, sigur bretski varaforsætisráðharrin

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

2025-09-21 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer væntandi formliga at viðurkenna Palestina sum stat.

– Eitthvørt stig móti einari viðurkenning kemur av ynskinum um at halda lív í møguleikanum fyri einari tveystatsloysn, sigur bretski varaforsætisráðharrin, David Lammy sambært Ritzau.

Ein tveystatsloysn inniber ein palestinskan stat - Vestari Áarbakki og Gaza - sum er óheftur av Ísrael við egnari stjórn.

Í dag verða Vestari Áarbakki og Gaza stýrd av tveimum ymiskum felagsskapum.

Fleiri lond taka undir við einari tveystatsloysn, eisini lond, sum ikki hava viðurkent Palestina sum stat enn.

Tað var í juli, at bretar boðaðu frá, at teir fóru at viðurkenna palestinska statin, nakað sum sambært ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netnayahu, er at geva løn fyri at fremja yvirgang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder