Ein 27 ára gamal bretski maður hevur í dag fingið níggju ára fongsulsrevsing fyri at hava sett eld á eitt gistingarhús, sum hýsti fólki, sum høvdu søkt um friðskjól í Stórabretlandi.
Maðurin, sum varð m.a. ákærdur fyri eldásetan við ætlan um at seta lív hjá øðrum í vanda, játtaði seg sekan.
Tað var 4. august, at hann setti eld á eina ruskspann við inngongdina til eitt gistingarhús í býnum rotherham í Norðuronglandi. Hann er eisini ákærudr fyri at eggja til ófrið.
Umleið 6.000 løgreglufólk vórðu send út á gøtuna at handfara ófriðin, sum byrjaði eftir at ein 17 ára gamal drongur drap tríggjar gentur, sum vóru seks, sjey og níggju ára gamlar og særdi tíggju onnur við knívi undir einum dansitiltaki í Southport, norðanfyri Liverpool.
Eftir kníválopið gingu ósannar søgur um, at drápsmaðurin var muslimur, sum júst var komin úr Sýria og hevði søkt um friðskjól. 17 ára gamli drongurin er tó føddur í Cardiff í Wales og hevur foreldur úr Rwanda.
Sambært Reuters vórðu umleið 1300 fólk handtikin og umleið 200 fongslað í sambandi við mótmælini. Dómurin, sum varð sagdur í dag, er tann harðasti, sum er givin í sambandi við anti-islamisku mótmælini í Stórabretlandi í summar. Áðrenn hetta hevði ein fingið seks ára fongsul fyri at eggja til harðskap og ófrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald