Hví vaks norski stuðulurin til altjóða tankasmiðjuna, International Peace Instite, IPI, nógv tvey árini, tá núverandi forsætisráðharrin í Noregi, Jonas Gahr Støre, var landsins uttanríkisráðharri?
Hetta er ein av týðandi spurningunum, sum Gahr Støre í dag skal svara, tá eftirlits- og grundlógarnevndin í norska stjórtinginum fer undir eina hoyring um ymisk viðurskifti í norsku uttanríkistænastuni.
Hoyringin er komin í lag eftir at tað kom fram, at fýra høgtstandandi fyrrverandi sendifólk og ministarar eru nevnd í skjølum um amerikanska ríkmannin og kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
IPI fekk eisini stuðul frá Epstein, og sambært norska kringvarpinum NRK, var Epstein eitt slag av umboðsmanni og hjálpti teimum við at koma í samband við fólk, sum kundu koma við fíggjarligum stuðuli til IPI.
Millum 1997 og 2018 fekk IPI meira enn 130 milliónir norskar krónur frá norska statinum. Stuðulin vaks munandi í tíðarskeiðnum tá Jonas Gahr Støre var uttanríkisráðharri, skrivar NRK.
- Tað eru skattaborgarans pengar, sum eru brúktir her. Tí mugu vit fáa greiðu á hesum, sigur Geir Pollestad, limur í eftirlitsnevndini fyri Senterpartiet, við NRK.
Umframt Jonas Gahr Støre skulu tíggu onnur fyrr- og núverandi toppfólk, harav fleiri fyrrverandi norskir uttanríkisráðharrar, svara spurningum undir hoyringini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald