Innanlands

Stórhvalur rikin á land í Kirkjubø

Talan er helst um ein bláhval og líkt er til, at hann rekur inn á fjørðin

(Savnsmynd: Bergur Joensen)

(Savnsmynd: Bergur Joensen)

2019-03-22 10:25 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Ein stórhvalur er rikin inn á land í Kirkjubø. Hann liggur ytst á hólaminum, og sum ættin er, rekur hann møguliga inn á fjørðin. Portalurin hevur tosað við Jóannes Patursson, bónda í Kirkjubø. 

Hann sigur at talan allarhelst er um ein bláhval og at hann rekur inn á fjørðin nú. Hann heldur eisini, at hann kann koma at liggja har leingi, tí hann er so stórur. 

- Vombin er sum eitt lítið hús, sigur Jóannes og spyr, hvat man henda, um støðan verður sum við stórhvalinum, sum sprongdist tá hol varð sett á magan við Áir. 

- Um magin á hesum brestur, kemur tað út um alla bygdina, sigur Jóannes Patursson. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder