Mentan

Stórir filmfestivalar vísa filmar á YouTube

Talgildi filmfestivalurin "We Are One" er eitt samstarv millum 20 av heimsins størstu filmfestivalum – Sýningar verða í dag og fram til 7. juni

Filmurin

Filmurin "Marooned" hjá Andrew Erekson var ein av fyrstu filmunum á skrá í dag

2020-05-29 21:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjaði talgildi filmfestivalurin "We Are One".

Talan er um 20 av heimsins størstu filmfestivalum, sum samstarva um at vísa filmar á YouTube – púra ókeypis og uttan lýsingar.

Tað er fyritøkan handan Tribeca Film Festival, sum stendur aftanfyri verkætlanina í samstarvi við m.a. Berlin Film Festival, Cannes Film Festival, Sundance Film Festival og Toronto International Film Festival.

Umframt at vísa spælifilmar, heimildarfilmar og stuttfilmar, fer talgildi filmfestivalurin eisini at vísa panelkjak frá fyrrverandi festivalum, skrivar DR.

Tilfar verður víst á YouTube rásini "We Are One" frá í dag og fram til 7. juni. Á skránni eru fleiri enn 100 filmar. 13 teirra hava heimsfrumsýning í hesum sambandi, og sumt tilfar kann bert síggjast ávís tíðspunkt.

Skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder