Stórir skógareldar herja í Svøríki í løtuni. Í skrivandi stund eru 43 skógareldar, sum enn ikki eru sløktir.
Svøríki hava fingið hjálp frá øðrum londum at basa eldarnar, eitt nú úr Danmark.
- Vit hava havt eitt mál at forða eldslogum at náa eitt øki, har eitt orkuverk liggur, og hetta hevur eydnast okkum, sigur Martin Vendelbo frá donsku tilbúgvingini.
Í gjár stóð illa til, tá fleiri sløkkiliðsfólk vórðu umgird av eldi og royki, tá tey royndu at basa einum eldi, sum hevur herja seinastu 11 dagarnar í Dalarna. Tey vórðu bjargaði í síðstu løtu av tveimum tyrlum, skrivar TV2.
Við í royndini at basa eldarnar eru eitt nú tvey flogfør úr Italia og Fraklandi, umframt at eitt flogfar er á veg úr Portugal at hjálpa til. Danmark, Norra, Litava, Týskland, Frakland og Pólland hava sent tyrlur til Svøríkis at hjálpa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald