Tað ræður um at surra leyst tilfar, tí vindurin kann gerast heilt nógvur í dag.
Løgreglan hevur í morgun longu fingið fyrstu fráboðaðirnar um leyst tilfar, sum rakst í vindinum og um húsaklædningar, sum stóðu at ríva.
Báðar fráboðanirnar komu úr Klaksvík. Í einum bygningi mitt í býnum stóðu plátur at ríva, og aðrastaðni varð ávarað um leyst byggitilfar.
Okkurt bendir á, at mesti vindurin verður norðanfyri í dag, nú eitt óvanliga djúpt lágtrýst tekur leiðina í ein landnyðring beint eystur um Ísland og hevur nógvan vind við sær um okkara leiðir.
DMI sigur, at væntast kann upp í storm av útsynningi í dag, upp í ódn – 35 metrar um sekundið – í hvirlunum, og at vindurin verður mestur á teimum norðaru leiðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald