Í kvøld klokkan 19 byrja árligu stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissióni. Í ár eru tey í Skúlanum á Fløtum - eitt tematiltak leygardag seinnapart verður í Meinigheitshúsinum í Havn.
- Hóast ‘’Hvar finna vit vón í eini ótryggari tíð?’’ er ein stór yvirskrift, so eru nóg mikið av tiltøkum til allan aldur.
Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari. Harvið verður sagt, at stórmøtini sanniliga eisini eru fyri ungdómin og børnini.
- Børnini hava hvørt kvøld møguleika til at fara í barnaansing, har høvi er at spæla, gera ymisk ítriv, o.a., sum er sett upp. Barnaansingin verður samstundis sum møtið: fríggja- og leygarkvøldið kl. 19 og sunnukvøldið kl. 18. Barnaansingin er eitt gott høvi hjá børnunum at stuttleika sær saman og læra hvønn annan at kenna.
Junior-tiltøk vera eisini bæði í kvøld og í annaðkvøld. Tey byrja samstundis sum møtini.
Eitt stórt sonevnt SIMBA-hitt verður sunnudagin klokkan 15. Har fer kórið frá Sangfagnaðinum, sum var í Nesvík síðsta vikuskifti at syngja. Heili 165 børn syngja saman, har tónarnir sostatt runga út um alla høllina.
Matur verður eisini, og Kringvarpið kemur at taka upp, meðan SIMBA-hitt er, skrivar trubodin.fo at enda.
Sí eisini:Stórmøti á Skúlanum á Fløtum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald