Innanlands

Stormurin órógvar eisini flogferðsluna

Komur og fráferðir eru avlýstar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-22 12:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Illveðrið órógvar flogferðsluna somikið nógv, at SAS avlýsir fráferðir, meðan Atlantic avlýsir og útsetir.

SAS hevur avlýst komuna hjá SK1777 úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda kl. 12:15. Fráferðin hjá SK1778 úr Vágunum kl. 13:05 er tí eisini avlýst.

RC454 hjá Atlantic Airways til Keypmannahavnar er avlýstur, meðan RC 456, sum skuldi fara til Keypmannahavnar kl. 14:55 er útsettur til 19:00.

Atlantic hevur eisini sent flogfar, sum skuldi koma úr Keflavík til Keypmannahavnar, verður sagt úr Vágunum.

Komurnar hjá flogførunum hjá Atlantic úr Keypmannahavn eru eisini útsettar. Koman hjá RC453 er útsett frá 13:20 til 18:15, koman hjá RC465 kl. 16:15 er útsett til 18:45, meðan koman hjá RC459 kl. 20:15 er útsett til klokkan 00:15.

Fylg flogferðsluni her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder