Innanlands

Størri løntakaravøkstur hjá mannfólki enn konufólki

Flestu kvinnur arbeiða í tænastuvinnum

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-22 07:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at seinastu fimm árini er talið av løntakarum vaksið við 3500 fólkum. Bæði hjá monnum og kvinnum er løntakaratalið vaksið hesi árini. Árini 2014-18 er talið vaksið við 600-800 løntakarum árliga. Talið av mannligum løntakarum er økt við 2.028 úr 12.094 upp í 14.122 ella við 17% síðani 2013.  Talið av kvinnuligum løntakarum er samstundis økt við 1.552, úr 11.471 upp í 13.043 ella við 14%. Gongdin hjá báðum kynum hevur verið rættiliga lík, men serliga í 2015 var frávik frá gongdini, har fleiri konufólk enn mannfólk vóru í vøkstrinum.

[object Object]

Flestu kvinnur arbeiða í tænastuvinnum
Av høvuðsvinnubólkunum er ‘Almenn og onnur tænasta’ tann størsti við 9.653 løntakarum. Tað er í hesum bólkinum, at flestar kvinnur eisini arbeiða, og her telja tær tríggjar fjórðingar av løntakarunum. Næststørsti høvuðsvinnubólkur er ‘Privatar tænastuvinnur’ við 8.926. Her er býtið javnari, tá kvinnurnar telja 45% av øllum.

So er kynsbýtið aftur nógv øðrvísi í tilfeingis-, byggi og framleiðsluvinnum. Í 'Fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum’ eru 4.364 løntakarar, og her er kvinnuparturin 27%. Størsti ójavnin er í fjórða høvuðsbólkinum, ‘Byggivinna og aðrari tilvirking’, ið er umleið eins stórur sum fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur. Her er kvinnuparturin einans 13% av øllum løntakarunum. Tað er sostatt í tænastuvinnunum, at vit finna flestar løntakarar og tað er eisini her, at flestu kvinnurnar arbeiða.

Les eisini: 3.500 fleiri løntakarar eftir fimm árum

[object Object]

Stórur ójavni í kynsbýtinum í vinnubólkum á arbeiðsmarknaðinum 
Seinastu fimm árini er tað ójavna býtið millum kynini í høvuðsvinnubólkum einans blivið størri. Í vinnubólkinum við størsta mannfólkapartinum, ið er byggivinna o.o. tilvirking, er vøksturin 1.064 menn mótvegis 140 kvinnum. T.v.s. at menn eiga 88% av vøkstrinum í hesum vinnubóli. Hinvegin er broytingin í almennum o.ø. tænastum, har vøksturin er 832 kvinnur og 60 menn. T.v.s. at kvinnur eiga 93% av vøkstrinum í hesum vinnubólki.

[object Object]

Í myndini niðanfyri sæst støddarbýtið millum einstøku vinnugreinarnar. Flestu løntakarar starvast hjá kommununum (har eisini ríkisstovnar eru við í bólkinum), næstflest í heilsu- og almannaverki, triðflest í handilsvinnuni v.m. Síðani koma byggivinna, undirvísingarverkið og so tilfeingisvinnurnar í fiski- og alivinnu. Hesar eru 8 tær størstu vinnurnar eftir løntakaratali at rokna. Her sæst eisini, at stóri vøksturin í gistihús- og matstovuvinnuni, ið varð tann triðstørsti av øllum, hevur gjørt, at henda vinna nú er tann tólvta av øllum 22 vinnugreinum.

[object Object]

Broytingin í aldursbólkum
Framgongd hevur verið í løntaratalinum i øllum aldursbólkum síðani 2013. Í tali er nógv tann størsti vøksturin í aldursbólkinum 25–39 ár. Óivað er orsøkin tann, at serliga í hesum aldursbólkinum hevur verið stór tilflyting tey seinastu árini.  Myndin broytist nakað, tá hugt verður eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum í ymisku aldursbólkunum. Og her er nógv størsti vøksturin í tí elsta aldursbólkinum 67-74 ár, sum er vaksin við 44%. Síðani er tað fyrrnevndi ungi aldurbólkurin 25-39 ár, ið eisini roknað á henda hátt hevur stóran vøkstur.

[object Object]

Býta vit løntakararnar í bara tveir aldurbólkar, tey yngru 16 til 39 ár og tey eldru 40 til 74 ár, síggja vit, at lutfalsliga er størri vøkstur millum tey ungu enn tey eldru. Hjá teim 16-39 ára gomlu er løntakaratalið vaksið við 21% og hjá teim 40-74 ár eru løntakararnir 11% fleiri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder