placeholder
Uttanlands

Størri og dýrari iPhone

Apple kunngjørdi í kvøld tríggjar nýggjar útgávur av iPhone

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-12 22:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lítið slóðbrótandi at síggja frá Apple í kvøld, tá KT-risin millum annað legði fram tvær nýggjar útgávur av iPhone X.

Talan er um iPhone XS og eina størri telefon við navninum iPhone XS Max. Báðar eru víðarimenning av núverandi iPhone X, sum Apple kunngjørdi fyri einum ári síðani.

iPhone XS hevur ein 5,8 tummar skíggja meðan iPhone XS Max er eitt sindur størri og hevur 6,5 tummar skíggja.

Apple brúkar eitt S eftir vørunavnið, tá felagið dagførir innmatin, men ikki broytir nakað í útsjóndini.

Ein bíligari útgáva var eisini kunngjørd í kvøld. Hon hevur navnið iPhone XR, er gjørd úr aluminium og er minni í stødd enn iPhone 8 Plus, men hevur størri skíggja.

Lægsti prísur í Amerika fyri iPhone XS verður 999 dollarar og 1099 fyri iPhone XS Max. Í Danmark fara tær at kosta ávikavist 8899 krónur og 9799 krónur, skrivar Ritzau í kvøld. iPhone XR fer at kosta úr 749 dollarum.

iPhone XS Max og iPhone XS (Mynd: EPA)

Umframt hetta, kunngjørdi Apple nýggja og størri útgávu av Apple Watch, har skíggin gongur heilt út. Nýggja árið hevur hentleikarnar at kanna hjartarútmu, og at ringja til til alarmsentralin, um brúkaran smellur um. Hetta kann merkja, at Apple roynir eftir einum eldri kundaskarða til urið.

Apple Watch (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder