Innanlands

Størsta ferðamannaskipið, sum hevur vitjað í Vági

Seabourn Venture, sum er 172 metrar langt og hevur 232 ferðafólk umborð, legði at í Vági í morgun

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2025-06-27 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun legði ferðamannaskipið Seabourn Venture at í Vágs havn.

Skipið hjá Seabourn Cruise Line, sum varð bygt í 2022, er 172 metrar langt og er tað størsta ferðamannaskipið, sum nakrantíð hevur vitjað í Vági, skrivar Vágs kommuna.

Skipið hevur 232 ferðafólk umborð, umframt eina manning, sum telur yvir 200. Flestu ferðafólkini koma úr USA.

Ferðafólkini fara á útferðir, har vitjað verður ymsa staðni í Vági, umframt náttúrumerkisstaðir kring Vág og í Suðuroynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder