Elsa Berg, borgarstjóri, setti Jobmatch í ár og vísti millum annað á stóra týdningin, sum stevnan hevur havt seinastu árini.
“Aftur í ár gevur Jobmatch fyritøkum og stovnum møguleika at møta fólki, sum skulu mynda okkara arbeiðsmarknað í árunum, sum koma.
Arbeiðsmarknaðurin er í støðugari broyting og kanska ongantíð so nógv sum beint nú. Nýggj tøkni, umhvørvisbroytingar og nýggir mátar at hugsa uppá seta nýggj krøv og geva nýggjar avbjóðingar, sum arbeiðsmarknaðurin noyðist at fyrihalda seg til og taka ímóti.
Mitt í øllum hesum broytingunum stendur sjálvt menniskjað. Menningin tekur dik á seg, og her fara vit altíð at hava brúk fyri dugnaligum og evnaríkum fólkum til at føra okkara samfelag fram á leið, og tað er ikki minst galdandi fyri okkara vinnulív, okkara fyritøkur og okkara stovnar.
Her kemur Jobmatch veruliga til sín rætt. Og at talan í ár er um størsta Jobmatch nakrantíð við 88 fyritøkum og stovnum sigur so mikið sum, at stevnan er vælumtókt, og at nógv brúka høvið til at kunna seg um, hvørjir arbeiðsmøguleikar eru.
Vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa okkara fólk heim aftur eftir lokna útbúgving. Her spælir Jobmatch ein týðandi leiklut í at skapa tey neyðugu sambondini millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, og eftirhondini eru tað eisini óteljandi dømi um, at fólk hava funnið sítt starv her á Jobmatch.
Samstundis er Jobmatch ikki bara ein stevna fyri tey, sum eru liðug ella nærkast endanum á síni útbúgving og sum vilja kunna seg um arbeiðsmøguleikarnar. Jobmatch er eisini fyri tey, sum enn ikki eru farin undir eina hægri útbúgving, og sum her kunnu fáa íblástur til, hvat tey skulu fara at lesa.
Tey siga, at í fjør fingu meir enn 100 vitjandi á Jobmatch bjóðað eitt ítøkiligt starv, eina uppgávu ella eitt starvsvenjingarpláss.
Tað er tað mesta, sum hevur verið, síðan Jobmatch byrjaði í 2008. Og nú ársins Jobmatch er størri enn nakrantíð og í nýggjum hølum her við Tjarnir, er øll grund til at halda, at tað verða nógv, sum finna eitt “match” í dag.
Eg vil við hesum ynskja øllum ein góðan dag og eitt gott Jobmatch 2025.
Takk fyri.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald