Klokkan 11 fyrrapartin í morgin verður tíðindafundur í Kongshøll, har Tórshavnar kommuna við útgangsstøði í teimum tilráðingum, sum landsmyndugleikarnir eru komnir við, fer at kunna um støðuna í kommununi, nú Føroyar lata varliga uppaftur.
Tað ljóðar í fráboðan frá kommununi í kvøld.
Á tíðindafundinum verða borgarstjórin, Annika Olsen og trivnaðarstjórin, Jóan Petur Hentze.
Fundurin fer at snúgva seg um, hvørji stig verða tikin í Tórshavnar kommunu, nú virksemið í kommununi aftur verður økt varliga.
Tíðindafundurin verður stroymdur, og leinki verður at finna á Portalinum nakað áðrenn klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald