Størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,1% samanborið við 4,8% sama mánað í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið. Størsta minkingin er í Suðuroy úr 4,8% niður 2,1%. T.v.s. við nógv meira enn eini helvt. Lutfalsliga er hetta størsta minkingin samanborið við hini økini í landinum, og munurin er nú ikki so stórur millum Suðuroy og hini økini.
Javnt minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymi, har tað er millum 0,7 – 0,8%.
So er eitt lítið glopp upp til Vága sýslu við 1,1%, Sandoyar og Suðurstreymoyar økið við 1,4 - 1,5%.
Størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 2,1%.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy og Norðstreymi við 0,6%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 2,7%.
Verður hugt nøkur ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað sera nógv. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað hava verið ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað hevur ligið langt oman fyri støðuna í landinum annars, men nú er tann munurin minkaður nógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald