placeholder
Uttanlands

Størsti vinningur nakrantíð

Ein amerikanari hevur vunnið 10,4 milliardir krónur í lottospæli

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-10-24 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur situr í dag í USA við vitanini um, at viðkomandi hevur vunni heimsins størsta vinning nakrantíð. Tað er persónurin, sum keypti seðilin í Mega Million-happadráttinum við tølunum 5, 28, 62, 65, 70 og eykatalið 5.

Boð eru nú komin úr statinum South Carolina, at tað var ein persónur haðani, sum fór við vinninginum á 1,6 milliardir dollarar – svarandi til 10,4 milliardir krónur í okkara pengum.

Enn er bert tann eini vinnarin funnin, skrivar dr.dk.

Hepni vinnarin kann velja at fáa vinningin útgoldnan á tveir mátar. Antin 913 milliónir dollarar beinanvegin, ella allan vinningin á 1,6 milliardir yvir komandi 10 árini.

Talan er um størsta vinning nakrantíð, og vinnarin hevur verið óvanliga heppin. Sannlíkindini fyri at fáa øll seks tølini røtt er bert eitt til 302,5 milliónir. Hvør seðil kostar tveir dollarar.

Mega Millions verður spælt í 44 statum í USA umframt Washington D.C. og á Jomfrúoyggjunum. Fólk, sum havast at stóru spølunum Mega Millions og Powerball, hava fyrr kallað tey fyri ein ”eykaskatt fyri tey fátæku”, skrivar dr.dk

Hetta tí kanningar vísa, at tað serliga eru teir fátækastu amerikanararnir og tey við ringari útbúgving, sum keypa seðlar í hesum báðum stóru happadráttunum, hóast sannlíkindini fyri at vinna eru óendaliga smá.

Hevði ongin vinnari verið hesaferð, var vinningurin komið upp á tvær milliardir dollarar næstu ferð trekt verður fríggjadagin.

Størsti lotto-vinningur í Danmark nakrantíð var á 315 milliónir krónur, sum fall til ein seðil, ið varð keyptur í Helsingør í februar 2015, skrivar dr.dk. 

(rættað kl. 08.33)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder