Teir seks størstu eigarinir í Smyril Line stovna felagið Smyril Line Holding.
Hesum verður boðað frá í tíðindaskrivi seinnapartin.
Talan er um P/F 12.11.11, Føroya Landsstýri, Framtak, P/F 12.08.14, Shetland Development Trust, og Blue Water International A/S, sum hava stovnað felagið sum við stovnan eigur 89 prosent av Smyril Line.
Smyril Line Holding hevur einans eitt endamál: at eiga partabrøv í Smyril Line.
Nýggja skipanin styrkir strategiska grundarlagið hjá Smyril Line og tryggjar støðugan ræðisrætt í Føroyum, verður sagt.
Skipanin gevur betri møguleikar at fíggja menning og íløgur í framtíðini, eitt nú at verða skrásett á keypsskála, um ein slík avgerð verður tikin seinni.
Smyril Line Holding fær somu nevnd og stjórn sum P/F Smyril Line.
P/F Smyril Line heldur fram við virkseminum sum vant, við greiðari ætlan um menning og vøkstur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald