Flestu føroyingar munnu hava hoyrt um TeenStreet – felagskirkjuligu altjóða ungdómsleguna, sum er hvørt summar í Týsklandi. Tað er trúboðarafelagsskapurin OM, sum skipar fyri TeenStreet, sum í ár verður hildin í Spania.
Leygardagin 2. apríl klokkan 17 verður stórt TeenStreet tiltak í SALT. Tiltakið er alment og ókeypis.
Á skránni vera framførslur av ymiskum slag, ”Fun Food”, har ymiskt forkunnugt verður selt – m.a. sera vælsmakkandi TeenStreet burgarin. Kvøldið endar við eini stórari lovsangskonsert við TeenStreet Worship Band Europe, sum eisini framførdi á seinasta FMA, og sum eigur sangin sum bleiv nummar tvey, tá ársins útvarpshitt 2021 bleiv útnevnt.
Fun Food er m.a.: Banana Joe (Heimagjørdur føroyskur Soft Ice við banan og sjokulátu), TeenStreet burgarin, kips, franskur, sodavatn og drikkir uttan alkohol – alt til keyps.
Nærri kunning um innivist og skrá er á teenstreet.fo.Innivist:
TeenStreet er lega fyri 13-17 ára gomul, men tiltakið í SALT er fyri allar aldrar, verður sagt í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald