Handilsfyritøkan hjá Svend Krosstein í Havn gongur væl. Roknskapurin fyri 2018 vísir eitt avlop áðrenn skatt á yvir 10 milliónir krónur og 8,4 milliónir, tá landskassin hevur fingið sítt.
Hetta er besta úrslitið hjá felagnum síðan nettænastan vinnuvitab.biz fór undir at skráseta roknskapir í 2006.
Bruttovinningurin vaks úr 17,4 milliónum í 2017 í 21,0 milliónir, og úrslitið eftir skatt vaks úr 6,9 upp í 8,4 milliónir – í báðum førum ein vøkstur upp á góð 17 prosent.
Økta virksemið hevur eisini givið meira arbeiði í fyritøkuni sæst á roknskapartølunum. Útreiðslurnar til starvsfólk er hækkað við yvir einari millión bæði hesi seinastu roknskaparárini. Í 2018 rindaði pf. Svend Krosstein 11,1 milliónir út í lønum.
Felagið letur onga leiðslufrágreiðing í sambandi við roknskapin. Pf. Svend Krosstein rekur heilsølu og veitir tænastur innan rør, hita og aðrar vvs-tænastur umframt ymsar frítíðarvørur, serliga innan veiði og frítíðarfisking.
Eginpeningurin í felagnum er nú 41,6 milliónir krónur, og hetta er eftir, at felagið hevur útluta 4,5 milliónir til eigaran í vinningsbýti. Seinastu 10 árini hevur felagið latið yvir 31 milliónir krónur í vinningsbýti.
Eigari av Pf. Svend Krosstein er holdingfelagið, Pf. SK Holding, sum í 2018 kundi staðfesta eitt úrslit á 10 milliónir krónur eftir skatt, og samtykti at luta 5,5 milliónir í vinningsbýti til eigararnar.
Eigarar í Pf. SK Holding eru stovnarin Svend Krosstein sjálvur, og døtur hansara Elna og Annika Krosstein. Eisini situr felagið sjálvt inni við nøkrum partabrøvum, framgongur av roknskapinum.
Annika Krosstein er stjóri í báðum feløgunum. Nevndirnar eru eisini meinlíkar við Bjørn á Heygum, advokati, sum formanni og Svend Krosstein og Morten Jensen Bang sum nevndarlimum.
Kelda: vinnuvitan.biz
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald