Á býráðsfundinum hóskvøldið 27. november 2025 samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at bjóða út eitt stórt lendi á Fossum til bústaðabyggingar, og í komandi viku verður sølulýsing løgd út á heimasíðu kommununnar og í miðlarnar, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Talan er um eitt stórt byggilendi á samanlagt 29.200 fermetrar, til blandað íbúðar- og vinnuendamál, ið kann lutast sundur í smærri byggiøkir. T.d. verður eitt byggiøki á 3.400 fermetrar útlagt til ein komandi barnagarð. Møguleikar eru fyri geirum millum byggiøkini, ið verða útlagdir sum grøn fríøkir, trivnaðarøkir og bindilið millum komandi býlingarnar.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til eina útstykkingarætlan um, hvussu økið og byggingin verður skipað. Boðgevari kann velja at lata gera uppskot til útstykkingarætlan fyri byggiøkini og stovnin ella einans gera útstykkingarætlan fyri eitt ella fleiri av byggiøkjunum. Nærri upplýsingar um hetta verða tøkir, tá ið lendið verður boðið út um nakrar dagar, skrivar kommunan.
- Bústaðaverkætlanin á Fossum er eitt týðandi stig fyri okkum í Klaksvíkar kommunu, bæði við síni stødd, sum gevur pláss til hópin av nýggjum borgarum, og eisini tí hesin nýggi býlingurin liggur sera væl og tætt við miðbýin í Klaksvík, sigur Anfinn í Toft, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald