2021-10-01 13:10

Í kvøld, 1. oktober kl. 19:30, skipar Skála Ítróttarfelag fyri stórum eydnuhjóli í ítóttarhøllini á Skála.
At vinna verða lomb, flogferðseðlar, gávulutir og gávukort. Eisini verður ein flottur BMW el-bilur til børn burturlutaður. Umframt hetta verða lutaseðlarnir, har 29 lomb og ein neytafjórðingur eru at vinna, og sum hava verið seldir eina tíð, drignir á eydnuhjólinum.
Tað verður møguleiki at keypa seðlar til hesar vinningar á staðnum. Tað ber til at gjalda við korti. Ágóðin fer til rakstur av felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald