2019-02-26 19:35
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Føstulávint byrjar av álvara leygardagin 2. mars, tá stóra føstulávintshaldið hjá SMS verður skotið í gongd.
Á skránni verður andlitsmáling, myndatøka av vøkru grýlunum, tunnusláttur, skattaveiða við Bubu og síðan endar dagurin við, at Bubu velur bestu grýlurnar.
Føstulávintstiltakið hjá SMS er á hvørjum ári, og tað er sera væl umtókt millum bæði foreldur og børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald