Tórshavnar kommuna fer nú undir slóðbrótandi verkætlan at byggja ein umlættingar- og rehabiliteringsdepil í Rólantsgøtu í Hoyvík til eldri borgarar í kommununi.
Byggiarbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøku millum tríggjar arbeiðstakarar. MT Højgaard saman við Lofti arkitektum átti vinnandi uppskotið.
Depilin er liður í arbeiðnum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at veita mennandi tilboð til heimabúgvandi eldri borgarar, samstundis sum økt verður um føstu búplássini á røktarheimi.
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin hevur 28 kømur. Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið.
Serliga nógv er gjørt burturúr hentleikum og umstøðum til felags tiltøk og venjingar, við serliga góðum hølum til ergo- og fysioterapi. Samdøgursrehabiliteringin er týðandi liður í at menna og styrkja heimabúgvandi borgarar til framhaldandi at liva eitt virkið og gott lív heima.
Bygningurin er sera snotiligur, búrúmini eru góð, øll við egnum wc og bað. Eisini eru góð høli til felags aktivitetir. Mest sum øll búrúmini hava frálíkt útsýni yvir Dalin Langa og útgongd til terassu er úr hvørjum búrúmi og harfrá víðari til fríøkið kring bygningin.
Bæði innan- og uttandura er hugsað um at skapa bestu karmar soleiðis, at umlættingin og rehabiliteringin verður so góð og gevandi sum gjørligt fyri borgaran.
Tá umlættingar- og rehabiliteringsdepilin er liðugur, verða verandi umlættingar- og rehabiliteringspláss á Boðanesheiminum og á Lágargarði flutt í nýggja bygningin. Harvið verða 9 pláss tøk til føst búpláss, 7 á Boðanesheiminum og 2 á Lágargarði.
Tórshavnar kommuna fer nú undir neyvari samráðingar við vinnandi arbeiðstakaran. Væntandi verður bygningurin liðugur á heysti 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald