Mentan

Stórt gaming tiltak í Tórshavn

eSport.fo bjóðar luttakarum tað nýggjasta innan virtual reality-spøl eisini

2019-04-25 10:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið verður eitt stórt gaming tiltak í høllini hjá Skúlanum á Argjahamri. Væntað verður, at umleið 180 luttakarar verða til staðar, og kappingar við vinningum á góðar 15.000 krónur verða eisini til tey luttakandi.

Til tiltakið bjóðar eSport.fo eisini tað nýggjasta nýggja, har til ber at royna VR spøl.

Sýndarheimar (Virtual worlds) verða á staðnum, og luttakarar fáa høvið at royna teir nýggjastu VR-heimarnar. Í VR – virtual reality – er tað eyðkent, at leikarnir kenna tað sum um teir eru partur av einum øðrum veruleika, av tí at spølini og tøknin er so góð. Eisini verður kapping í Beat Saber í VR, sum líkist nógv Guitar Hero.

Tiltakið er eitt LAN tiltak har allir luttakarar taka sína egnu útgerð og tól við, tó at eSport.fo veitir útgerðina til VR.

LAN er gamalt hugtak, ið merkir, at knýta skipanir saman í eitt netverk, soleiðis at luttakarir kunnu spæla saman, og ikki bert umvegis internetið. Tískil verða tiltøk sum hesi mett til at verða sera sosial, har fólk hittast og læra nýggj at kenna.

Endamálið við tiltakinum er at veita eitt hugnaligt umhvørvi har til ber at hittast í veruleikanum, og luttakarar spæla øll spøl sum teimum lystir. Til tey, ið ynskja at kappast, verða kappingar í ymiskum eSport spølum eisini hýstar. Kappingar verða í spølum sum t.d. Counter Strike: Global Offensive, PUBG, Rocket League, League of Legends og VR Beatsaber. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder