Mentan

Stórt kvøld fyri norðurlendska - og ikki minst føroyska - mentan

Vónbjørt Vang og Sakaris Stórá, við toymi, tóku ímóti stóru heiðrunum í Stokkhólmi týskvøldið

Vónbjørt Vang gjørdi bart við

Vónbjørt Vang gjørdi bart við "Svørt orkidé" (Mynd: norden.org)

2025-10-29 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað gjørdist fyrst og fremst eitt stórt kvøld fyri Føroyar.

Hetta staðfestir norden.org í sambandi við, at virðislønir Norðurlandaráðsins vóru handaðar í svenska ríkisdegnum í gjár.

Tað var eitt stórt hátíðarhald í Stokkhólmi og nakað serligt fyri norðurlendska mentan. 

Fyri føroyska mentan varð søga skrivað í Svøríki; stutt eftir at fundur hevði verið í Norðurlandaráðnum. Tí sum vit skrivaðu í síðstu viku, er tað fyrstu ferð, at Føroyar vinna fleiri virðislønir í sama árið. Einki annað land tvær heiðurslønir.

[object Object]
Tommy Oksen, Sakaris Stóra og Mads Stegger saman við limunum úr Norðurlandaráðnum

[object Object]Allir vinnararnir (Mynd: norden.org)

Sakaris Stóra (Seinasta paradís á jørð) gjørdist fyrsti føroyingur at vinna innan filmslist. Í takkarrøðuni vísti handritahøvudurin á, hetta var óvæntað fyri hann men týðandi fyri føroyskan film: At man kann vísa, at man kann vera við á stóra pallinum.

Vónbjørt Vang vísti eisini á, hvønn týdning hesin heiðurin hevur fyri føroyska mentan og fyri bókmentapallin.. Hon er tann fyrsta úr Føroyum síðani Rói Patursson í 1985 at vinna Bókmentavirðislønina. Hetta er elsta virðisløn Norðurlandaráðsins

Tey tilnevndu úr Føroyum í ár vóru: 

Umhvørvisvirðislønin 2025: Hugla 

Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin 2025: Elin á Rógvi og Silja Eystberg: Fornt, Bókadeild Føroya Lærarafelags. 

Tónlistavirðislønin 2025: Brimheim. 

Bókmentavirðislønin 2025: Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, yrkingar, Forlagið Eksil, 2023. 

Filmsvirðislønin 2025: Seinasta paradís á jørð, leikstjóri: Sakaris Stórá, handritahøvundar: Mads Stegger og Tommy Oksen, framleiðari: Jón Hammer. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder