Innanlands

Stórt nýggjárshald á Tvøroyri

Byrjað verður við at gera kyndlar í morgin, 28. desember. 31. desember byrjar við morgunmati á Seglloftinum. Seinni verður túrur á Oyrnafjall, suppa, kyndlagonga, "fýrverkshow" og bál

2022-12-27 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant verður gjørt burtur úr nýggjárinum á Tvøroyri, og fyrireikingarnar byrja av álvara í morgin, tá kyndlar til kyndlagonguna verða gjørdar

- Longu ónsdagin 28. desember verður lagt til brots á Hvítanesi, tá kyndlar skulu gerast. Jú fleiri luttaka, jú skjótari gongur og øll eru vælkomin at hjálpa til, frá kl. 17:00 í bygninginum hjá Teknisku deild á Hvítanesi, skrivar tvk.fo

Leygardagin 31.desember byrjar við morgunmati á Seglloftinum, ið Nýggjársnevndin skipar fyri, og har Tvøroyrar Kommuna er vertur.  Tiltakið verður frá klokkan 10 til 12.

Seinnapartin verður fjaltúrur - síðani suppa:

-Oyrnafjall “stendur fyri skotum” frá klokkan 14:00. Túrurin gerst alsamt betur umtóktur ár undan ári og ikki er óvanligt at millum 150-200 fólk henda dag leita sær niðan til fantastiska útsýnið yvir Trongisvágsfjørð. Vitjandi úr øllum landinum plaga at vera við, ja enntá fleiri fólk uttanlands. Komin oman aftur, bjóða Dagmar og Heri Højsted væl smakkandi suppu til øll tey, ið máttu hava hug til tess. Veitingin av suppu støðgar klokkan 18.

Um kvøldið eru kyndlagongd, fýrverk og bál á skránni.

- Kyndlagongan byrjar á gomlu Bedingini, tætt veð EL-handilin hjá Bærendsen, klokkan 23.30 og gingið verður í samlaðum flokki gjøgnum Húsgarð og oman til nýggjársbálið.

Stóra fýrverksshowið, og bálið, hjá Nýggjársnevndini, byrja á miðnátt. Vegirnir til økið sunnanfyri skúlan, har fýrverk verður skotið, verða stongdir og fólk vera biðin um at vísa varsemi, tá bilarnir verða settir.

Aftan á fýrverkið eru øll boðin inn í skúlahøllina til “landgangsbreyð” og sjampanju, og eisini verður okkurt drekkandi til børnini, skrivar Tvøroyar kommuna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder