Uttanlands

Stórt sjúkrahús í Ísrael rakt av rakett

Iran og Ísrael halda fram við at senda bumburakettir eftir hvørjum øðrum – nú á sjeynda samdøguri

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2025-06-19 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt sjúkrahús har suðuri í Ísrael er rakt av eini rakett, send úr Iran. Tað skrivar ísraelski miðilin Times of Isreael í morgun.

Talan er um sjúkrahúsið Soroka í býnum Beersheba.

Ísraelska uttanríkisráðið hevur váttað í eini dagføring á X, at sjúkrahúsið hevur fingið skaða eftir at tað varð rakt.

Eitt talsfólk fyri sjúkrahúsið sigur, sambært AFP tíðindastovuni, at álopið hevur elvt til skaðar.

- Vit royna at fáa greiði á støðuni í løguni – eisini um tað hava verið persónsskaðar. Vit biðja um, at fólk halda seg burtur frá sjúkrahúsinum í løtuni, segði talsfólkið, sambært AFP.

Times of Israel skrivar, at fleiri fólk eru særd í álopinum, og at sjúkrahúsið heitir á borgarar um at fara aðrastaðni at fáa viðgerð.

Sambært miðlinum sæst framvegis svartur roykur koma upp úr sjúkrahúsbygninginum.

Amerikanski vælgerðarfelagsskapurin American Friends of Sokora Medical Center, sum millum annað stuðlar gransking á sjúkrahúsinum, lýsir á heimasíðu síni Sokora sum eitt av leiðandi og størstu sjúkrahúsunum í Ísrael.

Ísrael og Iran hava í nátt framt fleiri álop móti hvørjum øðrum, skrivar Ritzau.

Times of Israel skrivar, at álopini eisini hava rakt býirnar Tel Aviv, Ramat Gan og Holon. Hvussu umfatarnir skaðarnir eru, er enn óvist.

Ósemjan millum Ísrael og Iran hevur nú vart í sjey samdøgur, eftir at Ísrael fríggjanáttina í farnu viku byrjaði at bumba Iran – sambært Ísrael fyri at forða fyri, at Iran kundi gerast eitt kjarnorkuveldi, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder