Innanlands

Stórt tjald fór á flog

Tjald sum skuldi brúkast til dans í Leirvík í kvøld fór á flog í nátt

(Vevmynd: Eysturkommuna)

(Vevmynd: Eysturkommuna)

2024-08-16 08:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast summar er, hava vit einki summarveður í hesum døgum. Á havnarøkinum í Leirvík í nátt fór eitt stórt tjald við vindinum.

Tinda dagur skal vera í dag, og í tí sambandi var tjaldið sett upp. Millum annað dansur skuldi vera har í kvøld. 

Tjaldið varð ikki farið á sjógv, men hevði lagt seg upp ímóti einum trolbáti. Sum skilst á vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn, er tjaldið illa farið.

Løgreglan hevur annars ikki fingið aðrar fráboðanir um vindskaðar higartil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder