Mentan

Stórt tónleikatiltak á Ljósfestini í Vági verður um vikuskiftið

Tiltakið verður leygardagin 16. oktober í sambandi við Ljósfestini í Vági

Hanus G verður ein teirra, sum fer at framføra á Ljósfestini í Vági leygarkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hanus G verður ein teirra, sum fer at framføra á Ljósfestini í Vági leygarkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-13 21:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 16. oktober verður stórt tónleikatiltak á Ljósfestini í Vági.

Byrjað verður kl. 16 í tjaldinum hjá kommununi, har Uni Debess, Tróndur og Lív og Poul Hammer spæla tónleik til klokkan nærkast 18.

Kl. 19 verður pallurin í miðbýnum tikin í nýtslu, har Robert McBirnie leggur fyri. Og hvønn tíma fram til miðnátt verður eitt nýtt tónleikanavn á pallinum. Hetta leygarkvøldið fara hesi at trína á pallin, umframt Robert McBirnie:

  • Kl. 20 Hanus G
  • Kl. 21 Georg eystan á, Ronnie Nielsen og Rúna á Heygum
  • Kl. 22 Eyðun Nolsøe
  • Kl. 23 Ingi Poulsen og Danny Baldursson
  • Kl. 00 Hjarnar

Meðan tónleikur er á pallinum verða Gissur S. Patursson og Sonne Smith frásøgumenn. Eisini kemur Gissur at diska á kvøldinum.

Sostatt er lagt upp til ein tónleikaríkan leygardag í Vági, sum byrjar kl. 16 og endar við hittunum hjá Hjarnar kl. eitt. Eftir tónleikin í miðbýnum er høvi at leggja leiðina til Jugga, har livandi tónleikur er frá á midnátt til kl. fýra.

Tilber at lesa alla skránna á Ljósfestini her.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder