Innanlands

Stórur áhugi fyri at gerast skúlastjóri

Eysturskúlin og skúlin í Eysturkommunu fingu níggju umsóknir hvør til stjórastarv

(Mynd: Skúlablaðið)

(Mynd: Skúlablaðið)

2019-01-19 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

9 umsóknir komu til starvið sum skúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn og 9 umsóknir til starvið sum skúlastjóri í Eysturkommunu.

Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.

Freistin at søkja skúlastjórastarvið í Eysturskúlanum var úti 10. januar, meðan umsóknin at søkja starvið sum skúlastjóri í Eysturkommunu var úti 6. januar, eftir at tað var endurlýst eina ferð. Starvið í Eysturskúlan verður sett frá 1. februar 2019 ella so skjótt sum til ber, meðan tað í Eysturkommunu er frá hálvum februar.

Eysturskúlin hevur í verandi skúlaári 492 næmingar í 1.–10. flokki. Í skúlanum eru 2 varaskúlastjórastørv, 42 lærarar og 2 stuðlar í føstum starvi, umframt tíðaravmarkað størv, skrivstovufólk, reingerðarfólk og húsavarðar. 

Skúlin í Eysturkommunu hevur 244 næmingar í 1.–7. flokki umframt 30 næmingar í forskúlaflokki. Í skúlanum starvast 25 lærarar, 3 námsfrøðingar, 4 stuðlar og ein skrivari. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlum, í skúlanum í Leirvík, har innskúlingin er, og í skúlanum í Gøtugjógv, har eldru næmingarnir ganga.

Í Eysturskúlanum fór Eyðdis Eidesgaard frá eftir 1. januar eftir 20 ár sum skúlastjóri og í Eysturkommunu fór Fríðfinn Johnsson frá sum skúlastjóri. Móttøka var í farnu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder